- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin

Hvussu vónleys ella vónrík er verðin, nú vit hvønn dag hoyra um veðurlagsbroytingar og tær vanlukkur, sum eru fyri framman orsakað av teimum.
Tann spurningin seta vit okkum, meðan vit lesa ”Dødsbo” hjá Inger Smærup Sørensen, tí talan er um skaldsøgu, sum viðger tann háaktuella veðurlagsspurningin.
Søgan snýr seg um eina ónavngivna kvinnu, ið sigur upp í Stýrinum. Hetta er stovnur í skrivstovuveldinum, har orðini hava mist sín týdning, og onki verður gjørt við tað, sum mest eigur at verða gjørt við.
Kvinnan selur sína íbúð og flytur inn í eitt deyðsbúgv eftir eina eldri kvinnu, sum eitur Elly. Í deyðsbúnum er alt, sum tað var, tá Elly búði har, og tí flytur ónavngivna kvinnan inn í livda lívið hjá Elly.
Marna Jacobsen og Rakul í Gerðinum eru hugtiknar av skaldsøguni. Inger Smærup Sørensen skrivar sera væl, og serliga væl lýsir hon minstu smálutir í tilveruni og náttúruni, siga tær.
Skaldsøgan er enn bara útkomin á donskum, men í sendingini lesur Marið Erlandsdóttir nøkur týdd brot úr henni.
Uni Arge leggur til rættis.
