- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tú manst vita frá mongum at siga

Fríggjakvøldið 28. februar var stóra finalan í spurnarkappingini um føroyskan dans, kvæði og kvæðamentan, “Tú manst vita frá mongum at siga”, send beinleiðis av Reinsarínum í Havn.
Eftir spennandi undanumfør og hálvfinalur stóðu Familjan Johannesen og Nævurbussurnar eftir sum finalistar. Spenningurin var millum teir 150 áskoðararnar, sum høvdu leitað sær oman á Reinsaríið, at stuðla síni.
Luttakararnir máttu royna seg í ymiskum spurningum um kvæðasøgu, ljóðspurningum og eisini í eini yrkingaruppgávu. Rasmus Joensen var dómari, og Jóhann Mortensen vertur, meðan Jónleif Johannesen var atstøðingur og Elin Maria Olsen stóð fyri framleiðsluni.
Finalan var en frálíkur vitanardystur, har báðar manningarnar vístu stórt innlit í føroyska kvæðamentan, men bert eitt lið kundi standa sum vinnari av Tú manst vita frá mongum at siga 2025.
