Tá havnarmenn bjargaðu "Fortunu"

Tá havnarmenn bjargaðu ”Fortunu”
18-01-2021
Niels Juel Arge hittir Rubek Rubeksen

Tað var stormur av landsynningi mánadagin 13. januar 1913, tá fólk bóru eyga við eina bark suður av Borðuni, sum tóktist verða í neyð.  Nólsoyingar róðu til Havnar hóast ódnarveður at boða frá, men ”Beskytteren”, sum lá á redini helt seg ikki til at fara út í vána líkindunum.

Tá mannaðu brøðurnir Rubek og Hendrik hjá Mouritsi deksbátin ”Bjarna”, og fingu við sær systkinabarnið Óla hjá Essa, svágin Christian í Árnafirði og Sofus hjá Linu og hildu so út gjøgnum fjørðin.

Umborð á norsku stálbarkini ”Fortuna” stóð illa til. Hon hevði mist róðrið, stórmasturin brotin, seglini skrødd, provianturin spiltur og menn lúgvaðir.

Havnarmenninir løgdu nógv fyri i ódnarveðrinum, og fingu sett fólk umborð. Teir fingu róðurgreiðurnar at rigga, og settu segl upp á fokkumastrina, og fingu so frætt av ferð á, at hon kundi stýrast.

Øll manningin kom frá tí við lívinum, men skipið varð vrak. ”Beskytteren” tók sær allan heiðurin av skipabjargingini, og tað endaði við hørðum stríðið um hetta. Danski staturin beyð sær til endan at lata havnarmonnunum bjargingarlønina hjá ”Beskytteren”, men teir vildu ikki hava olmussu. Teir ynsktu bara, at sanna søgan um bjargingina kom fram.

Rubek Rubeksen fortaldi søguna, tá Niels Juel støkk inn á gólvið hjá honum í 1960.

Tá havnarmenn bjargaðu "Fortunu"

Norska skipið ”Fortuna” hevði rikið fyri vág og vind í fleiri dagar, tá tað eydnaðist havnarmonnum at koma sær umborð í ódnarveðri sunnanfyri Borðuna ein dag í januar 1913 
Niels Juel Arge hittir Rubek Rubeksen
18-01-2021