- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligar nætur

Í dag eru vit í Klaksvík, tí vit hava hoyrt, at tey hava eina flotta kirkju og eitt "foytt" orkestur. Tískil sita vit í Christianskirkjuni i dag.
Vit práta við Marjuna Lómaklett, prestur, um trúgv, starvið og ung. Síðani práta vit við Adrenaline, ið skulu spæla á ársins Summar Festivali.
Og so er hetta okkara seinasti partur - á hesum sinni.

Súrligar nætur
Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur.
Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis