- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja

Jambalaja - 220325
22-03-2025
Sending við countrytónleiki
Í Jambalaja í dag hoyra vit burtur úr nýggjastu útgávuni hjá Charley Crockett. Vit hoyra eisini um nýggja útgávu hjá Willie Nelson, við sangum hjá Rodney Crowell og hoyra heilsu frá Dolly Patron til mann sín, sum doyði herfyri. Eisini tríva vit í tveir sangir úr countrysøguni og minnast Hans Jacob Hjelm, sum andaðist fyri viku síðani.<br/>

Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.