- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heim, kæra heim
Fyri tveimum árum síðani fóru Marjun Vang og Heini Mohr Hermansen undir verkætlanina: Vit skulu byggja hús. Tilgongdin hevur verið drúgv, tí hvørgin teirra hevði royndir við húsabygging. Men tá er gott við góðum ráðum frá fólki á sosialum miðlum.
Ljós og luft. Tað var kravið, tá Kollbrún Patursson bað arkeitektin, Palla Gregoriussen, sála, teknað sær eini hús í Kirkjubø. Síðani 2011 hevur Kollbrún búð í vøkru húsunum, sum eitt tíðarskeið vóru høli hjá Michelin-matstovuni, Koks.
Í Hvalba hava trýmenningarnir, Guðrun Holm og Johan Holm Simonsen savnað saman alla familjusøguna í hugnaliga húsinum, sum verður brúkt av familjuni og sum mikrohotell. Húsið hevur nógv ymiskt áhugavert innbúgv, og eitt nú er alt bókasavnið hjá skaldinum, Mikkjali á Ryggi, at finna í húsinum.
Heim, kæra heim
Í "Heim, kæra heim" eru vit kring landið og vitja inni í húsum, sum á ymiskan hátt eru áhugaverd. Húseigararnir greiða frá eitt nú húsinum, innbúgvi, litum, og hví heimið bleiv júst soleiðis.