Starvslýsing: Leiðandi framleiðari við ábyrgd fyri ljóði

Um KVFTíðindi
Starvslýsing: Leiðandi framleiðari við ábyrgd fyri ljóði
Tøknideildin í Kringvarpinum lýsir eftir leiðandi framleiðara við ábyrgd fyri ljóði 
 
08.04.2025 - 10:11

Vilt tú hava ein lyklaleiklut í framleiðsluni hjá Føroya størsta miðli? Tøknideildin í Kringvarpi Føroya søkir eftir leiðandi framleiðara við ábyrgd fyri ljóði, sum kann leggja til rættis, menna og samskipa ljóðarbeiðið á stovninum.

Høvuðsuppgávan hjá leiðandi framleiðaranum er at leggja til rættis og skipa ljóðarbeiðið í framleiðslunum hjá KvF. Ljóðframleiðsla, eitt nú studiovaktir, ljóðeftirviðgerð og beinleiðis framleiðslur, er eisini partur av starvinum.  

Leiðandi framleiðarin við ábyrgd fyri ljóði vísir til deildarleiðaran á Tøkni. 

 
Um starvið

Sum leiðandi framleiðari ert tú millum annað við til at tryggja, at ljóðið er gott í okkara sendingum, og tú fært ein týðandi leiklut í dagliga arbeiðinum á Tøknideildini.

Yvirskipað er høvuðsuppgávan ljóðarbeiði og at leggja til rættis ljóðuppgávur í sambandi við framleiðslu av sendingum. Leiðandi framleiðarin skal arbeiða fyri at betra framleiðsluna og tær mannagongdir, sum eru atknýttar. 

Dømi um uppgávur: 

  • leggja og samskipa vaktir  
  • standa fyri studiobókingum 
  • tilmæla, hvussu uppgávurnar í framleiðsluni skulu mannast 
  • taka stig til regluligar menningarfundir 
  • koma við tilmælum um útgerð og hølir 

 
Tínir førleikar og eginleikar 

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi miðlaútbúgving og/ella viðkomandi royndir, og at tú hevur holla vitan og royndir við ljóðarbeiði í loftbornum miðlum. 

Vit vænta, at tú ert álítandi, røkin, fryntlig/-ur og hevur góð samstarvsevni. Tú ert eldhugað/-ur og kanst vísa á úrslit. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. 

  

Setanarviðurskifti 

Starvið verður sett sum skjótast eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið og verður lønt í lønarflokki 8. Starvið er fulla tíð.

Ert tú áhugað/-ur, so send umsókn og viðkomandi skjøl til umsokn@kvf.fo – merk teldupostin “Leiðandi framleiðari”. Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Dánjal Tavsen, tøknileiðara – á telefon 296675 ella skriva til danjalt@kvf.fo

Umsóknarfreistin er 22. apríl 2025. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805

Um kvf css