Hví hvørva summar barnarøðir úr VIT-appini?

Um KVFBloggur
Hví hvørva summar barnarøðir úr VIT-appini?
Avtalur við útlendskar veitarar eru tíðaravmarkaðar, men nýtt barnatilfar er á veg
 
27.02.2025 - 09:48

Kringvarpið fær javnan fyrispurningar frá hyggjarum og lurtarum, sum sakna onkra av okkara væl umtóktu røðum á VIT-appini.

Støðan er tann, at tá Kringvarpið ger avtalu um at keypa røðir frá útlendskum veitarum, so er hon tíðaravmarkað.

Tað merkir, at vit einans hava rætt at sýna sendingarnar í eitt ávíst tíðarskeið.

Av tí at fíggingin til barnatilfar er avmarkað, so kunnu vit ikki endurnýggja allar avtalur. Tað er ein áhaldandi meting, vit mugu gera, hvørjar avtalur skulu endurnýggjast, og hvørjar avtalur skulu gerast um nýggjar sendirøðir fyri at tryggja eina ávísa útskifting.

Vit eru sera hørm um støðuna, men hetta snýr seg um upphavsrætt, sum vit sjálvandi mugu virða.

Eg kann tó kunna um, at nýggjur biograffilmur til børn kemur seinni í ár, og annað gott barnatilfar verður eisini tøkt til tey smáu  eitt nú góða gamla Mumi-røðin, sum hevur frumsýning í sjónvarpinum 13. mars, og tá verður røðin sjálvandi eisini á VIT-appini. 

Barbara Samuelsen, leiðari á Mentan í KVF

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050

Um kvf css