- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framleiðarar til Kringvarp Føroya

Sum framleiðari verður tú partur av einum toymi á deildini Aktuelt við framleiðarum, fotografum og klipparum, sum m.a. arbeiða við tíðindum og ítrótti. Arbeiðsøkið er innan framleiðslu, foto, redigering og ljóð. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og skipaðar í vaktum.
Størvini verða sett skjótast gjørligt, og starvssetanin er fram til 1. januar 2026.
FØRLEIKAKRØV:
● Tú hevur útbúgving sum miðlatøkningur ella líknandi, umframt arbeiðsroyndir frá fjølmiðlum.
● Tú skalt hava góðar tøkniligar førleikar og duga grundleggjandi telduforrit.
VIT VÆNTA:
● at tú dugir at skipa arbeiðið væl, soleiðis at ásettar tíðarætlanir halda.
● at tú ert kreativ/-ur, hevur gott hugflog og kanst geva títt íkast á redaktiónunum og framleiðslunum.
● at tú ert kvik/-ur og megnar at arbeiða undir trýsti.
● at tú hevur góð samstarvsevni, ert tolin og kanst arbeiða undir skiftandi arbeiðsumstøðum.
● at tú ert eitt jaligt og arbeiðssamt starvsfólk.
● at tú hevur áhuga fyri samfelagsviðurskiftum.
VIT BJÓÐA:
● eitt spennandi, avbjóðandi og mennandi starv í einum kreativum umhvørvi.
● eitt starv, sum tú kanst seta tín dám á.
● eitt starv, sum gevur tær innlit í føroyska samfelagið.
SETANARVIÐURSKIFTI:
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett eftir sáttmálanum millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Tann, ið settur verður, má tola møguligar broytingar í starvsinnihaldi.
UMSÓKNARFREIST:
Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og viðkomandi skjølum, skal sendast til umsokn@kvf.fo í seinasta lagi 10. mars 2025. Merk teldupostin “Framleiðari” í evnisrútin.
Vilt tú hava meira kunning, ert tú vælkomin at venda tær til Elina Mirjamsdóttir, deildarleiðara á Aktuelt, telefon 296542 ella teldupost elinm@kvf.fo, ella til Bjarnheðin í Hoyvík, leiðandi framleiðara á Aktuelt, telefon 296655.