Starvs- og persónsprofilur fyri stjóra í Kringvarpi Føroya

Um KVFTíðindi
Starvs- og persónsprofilur fyri stjóra í Kringvarpi Føroya
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.02.2025 - 12:00

Kringvarpsstýrið februar 2025


Í fólksins tænastu

Kringvarp Føroya, KVF, er einasti almenni fjølmiðilin í Føroyum. Public service sipar til at vera í fólksins tænastu, og hetta setur stór krøv til framleiðsluna á stovninum, sum skal hava eina hóskandi breidd og góðsku, sum livir upp til public service-hugsjónina.

Hetta setur eisini stór krøv til leiðsluna á stovninum. Tað er avgerandi, at leiðslan í KVF á professionellan hátt gongur á odda í royndini at liva upp til hesi krøv og vísir ábyrgd og trúfesti yvir fyri kringvarpsgjaldaranum í allari framleiðsluni. Samstundis hevur tað týdning, at leiðslan dugir at eggja starvsfólkum á virðiligan og óheftan hátt at vera slóðbrótandi og bjóða av í viðgerðini av týdningarmestu samfelagsviðurskiftunum.

Hesin starvs- og persónsprofilur skal geva umsøkjarum til kringvarpsstjórastarvið eina fullfíggjaða mynd av starvinum, og hvat kringvarpsstýrið væntar av einum komandi stjóra. Starvs- og persónsprofilurin er grundarlag undir setanargongdini og viðgerð av umsóknum. Profilurin tryggjar, at KVF og umsøkjarar hava somu væntanir til starvið.


Um Kringvarp Føroya

KVF hevur stóran týdning fyri mentan, fólkaræði og vælferð í landinum, tí tað í virksemi sínum varpar ljós á og elvir til kjak um viðkomandi samfelagsviðurskifti. KVF skal framleiða og senda dygdargott tilfar og á henda hátt virka fyri, at allir borgarar í landinum gerast betur førir fyri at taka støðu til og ávirka samfelagsgongdina. Tilfarið skal millum annað fevna um sakligan og óheftan tíðindaflutning, upplýsing, mentan og undirhald, harundir eisini sendingar til børn og ung.

Somuleiðis skal KVF virka fyri, at føroyska tjóðin gerst betur før fyri at skilja heimssamfelagið og liva og virka í og saman við tí.

Miðlalandslagið er sera nógv broytt, og føroyskt framleitt tilfar er í harðari kapping enn nakrantíð fyrr við útlendskt tilfar. Í hesum meldrinum skal KVF vera ein savnandi og upplýsandi mentanarberi, sum virkar í fólksins tænastu og røkir neyðugar public service-skyldur.

Bygnaðarliga er KVF skipað við stjóra og fýra deildum, sum eru Fyrisiting, Tøkni, Mentan og Aktuelt.

At tryggja meginregluna um armslongd vísir stjórin til kringvarpsstýrið, sum landsstýrisfólkið í mentamálum hevur tilnevnt.


Kjarnuvirði

- Visjón: KVF skal vera fremsti mentanarberi føroyinga.

- Misjón: KVF skal ríka lív og samleika føroyinga við sendingum og tænastum, sum upplýsa, menna og undirhalda.


KVF hevur fýra kjarnuvirði, sum eru:

- Trúvirði: Starvsfólk Kringvarpsins skulu vísa ábyrgd og trúfesti í síni framleiðslu, so kringvarpsbrúkarar kunnu hava álit á Kringvarpinum.

- Virðing: Kringvarpið skal vísa virðiliga atferð í øllum sínum virki, arbeiða fyri at varðveita føroyskt mál og mentan og virka savnandi fyri føroysku tjóðina.

- Slóðbrótan: Kringvarpið skal vera slóðbrótandi, bjóða av og ganga á odda.

- Professionalisma: Í Kringvarpinum skulu professionalisma, eldhugur, kreativitetur, fjølbroytni og toymisandi ráða.


Um stjórastarvið

Stjórin fyri KVF er ovasti dagligi leiðari á stovninum og vísir bygnaðarliga til kringvarpsstýrið. Stjórin hevur eisini evstu redaktionellu ábyrgdina av miðlatilfari, sum KVF framleiðir. Fýra deildarleiðarar vísa til stjóran. Hesir eru leiðarar fyri deildirnar Fyrisiting, Tøkni, Aktuelt og Mentan.


Strategiskt arbeiði

Umframt dagligu leiðsluna og starvsfólkaábyrgdina verður millum fremstu arbeiðsuppgávurnar hjá stjóranum at leggja síðstu hond á nýggju strategiina fyri KVF og at seta hesa í verk. Strategiska málið hjá KVF verður dagliga at røkka 80% av brúkarunum í Føroyum á pallum Kringvarpsins. Undir hesum høvuðsmáli eru deilmál innan fýra øki: talgilda snaring, framleiðslu, starvsfólk og sambandið við borgaran. Arbeiðsætlanin er grundað á ynski hjá kringvarpsstýrinum, leiðslu og starvsfólkum í KVF. Strategiin verður týðandi táttur í áhaldandi arbeiðnum at menna og fremja dygdargott innihald, sum bæði speglar og kveikir føroyska samfelagið.

Nýggi stjórin fyri KVF fær møguleika at ávirka strategiina, tó at henda skal endaliga góðkennast av kringvarpsstýrinum, eins og hon eisini skal kunna rúmast innan fyri karmarnar í public service-sáttmálanum millum KVF og Almanna- og mentamálaráðið.


Dagliga leiðslan

Stjórin skal megna at lyfta kjarnuuppgávurnar á stovninum og hava góða fatan av, hvussu hesar verða loystar, og hvørjir førleikar krevjast til tess. Stjórin skal nýta starvsfólkaliga og fíggjarliga tilfeingið á besta hátt at loysa uppgávurnar, millum annað við at:
- leggja dent á fakliga dygd.
- ganga undan við einum konstruktivum hugburði, sum leggur dent á loysnir.
- vera tilvitað/-ur um sín egna leiklut at røkka málum.fremja og tryggja eitt gott og virkið arbeiðslag við týðiligum virðum, greiðum málum og krøvum um úrslit í samsvari við áðurnevndu strategi.
- tryggja fíggjarligt skil og góða tilfeingisnýtslu.
- menna og betra arbeiðsgongdir, har tað er hóskandi og skilagott.
- tryggja, at leiðslubólkurin virkar sum ein savnað, samskipandi og strategiskt hugsandi eind við greiðum leiðslutilgongdum og felags fatan.
- tryggja, at virksemi og tilfeingi á øllum virkisøkjum stuðla undir hvørt annað.


Setanarviðurskifti

Starvið, ið er áramálssett í fimm ár, er lønt samsvarandi 38. lønarflokki í avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at verða tænastumannastarv. Grundlønin er eftirlønargevandi. Afturat hesum verður latin ein ikki eftirlønargevandi viðbót fyri áramálssetan. Setanartreytirnar eru ásettar í stjórasáttmála, sum skal góðkennast av Fíggjarmálaráðnum.


Ábyrgd

Stjórin í KVF hevur dagligu ábyrgdina av:
- deildarleiðsluni, starvsfólkahópinum og redaktionellu framleiðsluni.
- at samskifta og sparra við deildarleiðarar um týdningarmiklar avgerðir.
- at ymsu deildirnar virka sum ein eind.
- at stovnurin heldur seg til kringvarpslógina og innan fyri karmarnar og í samsvari við málini í public service-sáttmálanum.
- at stovnurin er fíggjarliga væl rikin.
- strategisku stýringini, sum leiðslan saman við stýrinum hevur stungið út í kortið, og sum stjóri og deildarleiðarar seta í verk og áhaldandi menna.
- at kunna kringvarpsstýrið um viðkomandi mál.
- at umboða KVF í almenna orðaskiftinum, yvir fyri kringvarpsgjaldaranum og politisku skipanini.


Førleikakrøv

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum og skulu hava sum flestar av niðanfyristandandi eginleikum.


Fakligir førleikar:
- Viðkomandi útbúgving, til dømis innan journalistikk, miðlar og/ella mentan, leiðslu, fyrisiting ella annað.
- Hevur holla vitan um public service.
- Dugir kynstrið at samskifta hóskiliga og hevur yvirhøvur góðar málsligar førleikar, bæði í skrift og talu.
- Leiðsluroyndir eru ein fyrimunur.


Leiðsluførleiki og persónligir eginleikar:
- Hevur natúrligan myndugleika og jaligan atburð.
- Er góður liðleiðari, sum er greið/-ur í sínum samskifti við starvsfólk, sum savnar og sum fremur gott og jaligt samstarv.
- Dugir at býta arbeiðið á skilagóðan hátt og at leiða ymsar deildir, soleiðis at hesar toga sama veg.
- Dugir at líta á starvsfólk og kennir sínar egnu fakligu styrkir og avmarkingar.
- Torir og megnar at taka torførar avgerðir.
- Hevur skipaða tilgongd og gott yvirlit. Skilir týdningin av smálutunum í heildini uttan sjálv/-ur at fara í teir.
- Er sjónliga eldhuga/-ur og tryggjar týðilig virði, greið mál og krøv um úrslit.
- Dugir at arbeiða strategiskt og at halda fokus, men dugir eisini at eftirmeta og endurskoða, tá tað krevst.
- Er framsøkin og hevur dirvi at bróta upp úr nýggjum, eisini hóast mótstøðan kann vera stór.
- Dugir at virka við fíggjarligum skili og at raðfesta við støði í givnum tilfeingi.
- Hevur góð evni at samskifta og at fáa boðskapin fram, eisini í almenninginum.
- Er atkomulig/-ur og dámar tætt, skipað og opið samskifti og samstarv við starvsfólk og leiðslu.
- Vísir virðiliga og savnandi atferð og vekir álit í almenna orðaskiftinum.


Metingartilgongd

Tilgongdin at seta stjóra í KVF verður skipað við eini setanarnevnd, sum kringvarpsstýrið tilnevnir. Setanarnevndin velur umsøkjarar til starvssamrøðu. Talan kann blíva um eyka samrøðuumfør, og setanarnevndin kann velja at gera test við denti á ymsar eginleikar, viðkomandi fyri stjórastarvið. Úrslitini av hesi test blíva partur av metingargrundarlagnum. Setanarbólkurin metir um umsøkjararnar og ger tilmæli um setan. Grundarlagið undir tilmælinum er umsóknin, samrøðan, harímillum upplýsingar, sum koma fram, atferð undir samrøðuni og testúrslit og -viðgerð.
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
Eitt korter við jazzi 10. apríl 2025
190554
Hósdag 10. apríl
Góðan morgun Føroyar
190533
Hósdag 10. apríl
Brot úr Føroya søgu
190532
Hósdag 10. apríl
Morgunlestur hósdagur 10.apríl 2025
190386
Mikudag 9. apríl
Mono - Passions Just Like Mine (4:5)
190509
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450

Um kvf css