- Tíðindi, mentan og ítróttur
Katrin Petersen verður fyribilsstjóri í Kringvarpinum
Um KVF›Tíðindi
Katrin Petersen verður fyribilsstjóri í Kringvarpinum
Tilgongdin at søkja eftir stjóra eftir Ivan H. Niclasen byrjar beinanvegin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large_2/public/katrin_11.jpg?itok=CY47bJJH)
Katrin Petersen, tíðindaleiðari, verður fyribils kringvarpsstjóri.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
04.12.2024 - 08:37
Katrin Petersen er sett sum fyribilsstjóri í Kringvarpinum, eftir at Ivan Niclasen var loystur úr starvi í gjár.
Hon er annars tíðindaleiðari í Kringvarpinum og hevur verið tað síðani 1. januar í ár.
Katrin Petersen er 51 ára gomul, útbúgvin journalistur og samfelagsfrøðingur.
Hon verður fyribils kringvarpsstjóri, til nýggjur stjóri er funnin - væntandi nakrar mánaðir.
Tilgongdin at søkja eftir nýggjum kringvarpsstjóra byrjar beinavegin.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV