Ein sólskinssøga: Samstarvið millum Havnar bio og KVF sera væleydnað

Um KVFTíðindi
Ein sólskinssøga: Samstarvið millum Havnar bio og KVF sera væleydnað
"Tað er áhugavert at síggja, at vit við einum fittum barnafilmi á føroyskum hava megnað at selt meira enn stórfilmurin James Bond"
 
20.11.2024 - 13:29

Síðani 11. oktober hevur Havnar bio verið karmur um eitt serstakliga væleydnað samstarv við Kringvarpið um at vísa fyrsta føroyska biograffilmin til børn, Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum. Søgurnar hjá norska rithøvundinum Thorbjørn Egner eru væl umtóktar, og við Klintrimús hava føroysk børn og familjur fingið ein serligan møguleika at síggja og hoyra søguna á móðurmálinum. Føroyska útgávan av Klintrimús og hinum dýrunum í Vallbakkaskóginum hevur vakt miklan ans, og meira enn 8.000 fólk hava longu sæð filmin í Havnar bio.

“Hetta staðfestir týdningin av at bjóða út barnatilfar á føroyskum máli og vísir, hvussu stórur tørvurin hevur verið á serliga føroyskum biograffilmum. At fáa eina so kenda og elskaða søgu á biografskíggjan á føroyskum er eitt avrik, vit eru errin av”, sigur Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri.


Ætla at samstarva aftur

Bæði Kringvarpið og Havnar bio eru ovurfegin um góða undirtøkuna og vóna, at fleiri fáa gleði av filminum frameftir. Og partarnir hava eisini ætlan um at endurtaka væleydnaða tiltakið:

"Vit eru sera glað fyri samstarvið við Kringvarp Føroya um ‘Klintrimús’, sum hevur verið ein fantastisk uppliving fyri okkum í Havnar bio. Við meiri enn 8.000 seldum atgongumerkjum er hetta ikki bara mest seldi barnafilmur, men eisini tann mest seldi filmurin, vit hava havt, síðan vit tóku yvir Havnar bio. Tað er áhugavert at síggja, at vit við einum fittum barnafilmi á føroyskum hava megnað at selt meira enn stórfilmurin James Bond, ið enntá hevði nakrar senur úr Føroyum", sigur Svanna Clementsen, leiðari í Havnar bio.


Kringvarpið er longu í holt við at kanna, hvør næsti filmurin skal vera, so børn og familjur í Føroyum fáa fleiri góðar filmsupplivingar á føroyskum. Ivan Hentze Niclasen leggur afturat:

“Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum snýr seg um vinarlag og góð virði, og hann er ætlaður bæði smáum og stórum. Samstarvið við Havnar bio er ein góð áminning um, hvussu týdningarmikið tað er hjá børnum og familjum at kunna uppliva mentan og søgur á egnum máli. Samstarvið millum Havnar bio og Kringvarp Føroya er tí eisini ein máti at varðveita og menna føroyska mál- og mentanararvin.”

 

Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum verður í næstum lagdur á VIT-appina og kvf.fo/sjon/vit.

Les meira um Klintrimús herher og her.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Mikudag 20. november
Morgunlestur mikudagur 20.november 2024
183770
Mikudag 20. november
LEITISSTEIN 19.11.2024 (Silvurdrongur)
183877
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. november
Veðrið
183867
Týsdag 19. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183834
Mánadag 18. november
3-2 (18. november 2024)
183825
Sunnudag 17. november
Guðstænasta úr Tvøroyrar kirkju
183749

Um kvf css