- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysk fiktión: Komandi fimm týskvøld verða filmskvøld í Kringvarpinum
Tað er eitt hav av føroyskum filmum, ið nógvir føroyingar ikki kenna til.
Tað viðurkennir Kringvarp Føroya, sum, í samstarvi við Filmshúsið, Klippfisk og Felagið føroysk filmsfólk, hevur tikið stig til at savna eina rúgvu av føroyskum fiktiónsfilmum at senda í sjónvarpinum.
Eitt er, at føroyski sjónvarpshyggjarin sleppur at síggja føroyskar filmar við føroyskari talu. Eitt annað er, at við hesum verða filmarnir savnaðir talgilt í einum tryggum savni, sum Kringvarpið varðar av.
Filmskvøld býtt upp í tema
Í fyrstu atløgu er ætlanin at senda 15 filmar býttar á fimm filmskvøld við hvør sínum tema. Um undirtøkan er góð, so er tó ætlanin at taka fleiri filmar við og skipa fyri fleiri fiktiónskvøldum í sjónvarpinum.
Fyrsta filmskvøld verður týskvøldið 19. november. Tað ber heitið "Fyrstu ferð". Á skránni er klassikarin "Eitt kvøld í Havn", sum Katrin Ottarsdóttir gjørdi í 1984.
Vert er at nevna, at júst hesin filmurin var hin fyrsti føroyski filmurin, sum tá nýstovnaða Sjónvarp Føroya vísti í 1984.
Hinir báðir filmarnir, sum koma á sjónvarpsskíggjan týskvøldið, eru úr nýggjari tíð. Annar er "Unedited Love", sum Andrias Høgenni gjørdi í 2007, og hin er "Nonstop", sum Sølvi Næs Hoydal gjørdi í 2021.