Færri enn 25 hava valrætt á summum valstøðum

bannari
Færri enn 25 hava valrætt á summum valstøðum
Tað er ymiskt, um fólk síggja smærri valstøðini sum ein trupulleika. Helgi Abrahamsen, løgtingslimur, heldur, at tey eru, meðan fólk á staðnum ikki hava ampa av tí
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.11.2024 - 19:04

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hevur leingi gjørt vart við, at tey smáu valstøðini lúka í roynd og veru ikki treytirnar fyri eitt loyniligt val.

Svínoy er partur av Klaksvíkar kommunu, men hevur sítt egna valstað, og úrslitini frá Svínoy verða almannakunngjørd fyri seg.

Óli á Geilini, sum býr í Svínoy, heldur tó ikki, at tað er ein trupulleiki, at valstøðini eru smá.

Óli á Geilini vísir eisini á, at tað er umráðandi at fólk sleppa á val, har tey búgva.

 

Verða gloymd

Men Helgi Abrahamsem heldur ikki, at tað er neyðugt at avtaka tey smáu valstøðini, fyri at gera valið loyniligt.  

Jógvan Edmund á Geilini, sum eisini býr í Svínoy, heldur, at tað er vandi fyri, at tær smærru bygdirnar og oyggjarnar verða gloymdar, um teirra úrslit ikki standa fyri seg. 

 

11_11_24_Sma_Valstod

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109