- Tíðindi, mentan og ítróttur
"Uppmerksemi – bardagin um tína tíð"
"Uppmerksemi – bardagin um tína tíð" er yvirskriftin á miðlaráðstevnu, sum Kringvarp Føroya, Fjølrit og Føroysk bókaforløg í felag skipa fyri um tvær vikur, fríggjadagin 11. oktober. Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum frá kl. 9 til 12.15.
Hetta er fjórða ráðstevnan um broytingar í miðlalandslagnum, ið Kringvarpið er við til at fyriskipa. Sjóneykan verður m.a. sett á stríðið um uppmerksemi, sum siðbundnir miðlar, stovnar og útbúgvingarstovnar eru fyri. Uppmerksemi er vorðið knapt tilfeingi og er tí ein av virðismiklastu handilsvørunum. Tøknirisarnir, sum stýra stroymingarpallum og sosialum miðlum, ávirka mátan, sum børn, ung og vaksin samskifta, fáa vitan og tulka heimin kring okkum.
Hvat er falskt, og hvat er fakta?
Miðlalandslagið er sundurbýtt, og samstundis sum vit hava atgongd til óendaligar nøgdir av kunning, kenna mong seg kortini ørkymlað og illa kunnað. Hetta hevur millum annað við sær, at álitið á tíðindi, vitan, verk og stovnar er minkandi. Hetta er ein vandamikil gongd fyri eitt samfelag, har álit og eitt sterkt fólkaræði eru óloysiliga knýtt saman.
Hvar standa vit?
Føroyskir miðlar hava, eins og miðlar í øðrum londum, eina vaksandi avbjóðing í at varðveita leiklutin sum álítandi tíðindaberi í einum heimi, har sosialir miðlar ofta vinna sær uppmerksemi við hørðum og polariserandi retorikki.
Eisini síggja vit, at stríðið um uppmerksemið rakar børnini og tey ungu meinast. Støðugt talgilt órógv og atgongdin til markleysa talgilda heimin kann føra til mistrivnað og vantandi lesiførleika.
Á ráðstevnuni í ár hyggja vit at, hvørjar avbjóðingar standast av hesum nýggju miðlavanum, og hvussu vit kunnu tryggja, at siðmenning, álit og dygd verða varðveitt. Hvussu kunnu vit sum borgarar, foreldur og miðlar sameinast um at styrkja fólkaræðið og varðveita grundleggjandi rættindi hóast broytingarnar?
Vit fara at hoyra frá bæði útlendskum og føroyskum serfrøðingum, sum hava boð upp á, hvussu miðlar og stovnar kunnu varðveita sín leiklut, og hvørja kós vit kunnu seta í hesum skiftandi skerm- og miðlaveruleikanum. Eisini verður hugt at norðurlendskum tilmælum, ið eru ætlað at styrkja dygd og álít á fakta.
Hesi leggja fram og eru við í pallborðskjaki:
- Mette Mortensen, professari / Københavns Universitet
- Camilla Mehlsen, miðlagreinari og fellow / Syddansk Universitet
- Jákup Brúsa, Digital Marketing Consultant
- Rógvi Olavson, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya
Tiltakið er ókeypis, men krevur tilmelding. Sí meira og melda til á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.