Harður retorikkur eftir úrslitaleysa semingsroynd

bannari
Harður retorikkur eftir úrslitaleysa semingsroynd
Arbeiðsgevararnir siga seg vera hildnar fyri gjøldur av arbeiðarafeløgunum, sum í sínum lagi hótta við at leggja enn størri trýst á arbeiðsgevararnar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.06.2024 - 23:58

Tá tað fyri løtu síðani var greitt, at semingsroyndin á Hotel Føroyum er endað úrslitaleys, komu báðir partar í verkfallinum við hvør sínari fráboðan. 

Føroya Arbeiðsgevarafelag skrivar millum annað soleiðis:

"Tá forfólkini í teimum fýra arbeiðarafeløgunum gjørdu sær tann ómak at senda út eina yvirlýsing um, at tey vildu samráðast, hildu vit, at tey meintu nakað við tað. Men har var eingin vilji at flyta seg yvirhøvur, og tað hava vit ongantíð upplivað í slíkari samráðing áður."

Og víðari skriva arbeiðsgevararnir:

"Vit halda tað verða óseriøst og ábyrgdarleyst at senda yvirlýsing út, fyri síðani at gera tað øvugta av tí, man hevur signalerað. Fyri at siga tað akkurát sum tað er, so føla vit okkum hildin fyri gjøldur. Vit vita, at tað eru nógvir føroyingar, sum veruliga høvdu vónað, at semingsroyndin bar á mál, og vit kunnu bara harmast, at tað ikki eydnaðist. Men fortreytin fyri einari semju er, at mótparturin eisini vil samráðast og flyta seg, og tað var tíverri ikki støðan í hesari semingsroyndini."

Tey fimm arbeiðarafeløgini í verkfalli siga í síni fráboðan eftir úrslitaleysu semingsroyndina, at tey eru greið yvir, at gerandisdagurin hjá fólki er nógv órógvaður av verkfallinum, og tí harmast tey um, at semingin ikki bar á mál. Víðari skriva tey:

"Okkara átøk skulu fyrst og fremst raka limirnar í Føroya Arbeiðsgevarafelag. At Vinnuhúsið hevur biðið sínar limir um at skerja lønina hjá øðrum starvsfólki, ið ikki fær møtt til arbeiðis orsaka av verkfallinum, leggur bara stein oman á byrðu hjá vanligum fólki. Tí hava vit avgjørt at virka fyri, at dagstovnar aftur kunnu lata upp. Vit geva tí undantøk á dagstovnaøkinum, til reingerðarfólk og burturbeining av ruski frá mánamorgni 10. juni, soleiðis, at barnafamiljur aftur sleppa til arbeiðis. Vit vita, at vit bert røkka á mál, við at leggja enn størri trýst á arbeiðsgevararnar, ið ikki fáa útflutt ella innflutt vøru, og sum ikki fáa brennievni."

Les eisini: Verkfallið heldur fram

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981