MiKS er nýggja íkastið til barna- og ungdómsøkið!

Um KVFTíðindi
MiKS er nýggja íkastið til barna- og ungdómsøkið!
Kringvarpið víðkar um barnaøkið við nýggjari síðu
 
04.06.2024 - 07:00

Kvf.fo byggir út og leggur nýggja síðu afturat barna- og ungdómsøkinum. Talan er um spildurnýggju síðuna MiKS, sum er ætlað børnum í aldrinum 9-14 ár. 

Inni á MiKS finnur tú bæði nýframleiddar sendingar til málbólkin, men eisini eldri sendingar úr VIT, sum hóska seg betur til henda málbók og tí eru fluttar í nýggja “kamarið”. 

Higartil hevur VIT rúmað sendingum til ØLL børn, men nú tekur MiKS sær av tilfari til tey eitt sindur eldri børnini. 

Við MiKS gevur barnaøkið teimum 9-14 ára gomlu eitt nýtt stað at leita sær tilfar at hyggja at og lurta eftir.

MiKS hevur eisini fingið sína egnu YouTube-rás við tilfari til tey ungu børnini. Finn hana á YouTube her ella skriva: MiKSkvf.

 

Fyrsta spildurnýggja sendingin til MiKS ber heitið: Parkour við Markusi. Vertur í sendingini er Markus Precious Køtlum, sum hevur drúgvar royndir í parkour.

Í  9 pørtum lærir Markus ymisk útvald parkourtriks frá sær, og síðani vísir hann triksini ymsastaðni í Føroyum. Við fangandi tónleiki, feitum umhvørvi og dugnaligum verti, vóna vit, at sendingin fer at vekja hugin til at royna eitt snarlop, konglop ella kanska eitt veggjarenn, tí sum Markus sigur:

Parkour kann íðkast allastaðni, og øll kunnu vera við! 

Hvat er Parkour, spyrt tú? Tað kanst tú finna útav her: 

HVAT_ER_PARKOUR
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117

Um kvf css