
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
11,13 prosent.
Tað var lønarhækkingin, sum Semingsstovnurin legði upp til í semingsuppskotinum, at arbeiðararnir skuldu fáa.
Tað stendur í skrivi, sum arbeiðsgevararnir hava kunngjørt.
Hvørki arbeiðsgevarafelagið ella arbeiðarafeløgini góðtóku semingsuppskotið.
Fyrra árið skuldi lønarhækkingin vera 6,08 prosent og seinna árið 5,05 prosent. Viðmerkjast skal tó, at eftirlønin er íroknað hesa lønarhækkingina. Hon er tilsamans 2,34 prosent, og kemur við hesum upp á 12 prosent.
Hetta hevði givið arbeiðaranum eina lønarhækking upp á umleið 3.000 krónur um mánaðin, sigur Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum:
Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, vil hava væl meira enn 11,13 prosent í lønarhækking.
Hon sigur, at arbeiðaralønin skal hækka í minst lagi 10 krónur um tíman hvørt árið: