- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Arbeiðaraverkfall og haturstala
Á Breddanum: Arbeiðaraverkfall og haturstala
Tvey evni eru í sendingini í dag

Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, skifta orð í útvapsstovuni um verkfallið í Breddanum.
14.05.2024 - 09:06
Fyri fyrstu ferð í 21 ár eru fýra arbeiðarafeløg farin í verkfall.
Umleið 5.000 fólk verða fevnd av verkfallinum, sum rakar flutning, reingerð og aðrar tænastuvinnur.
Verkfall var seinast í 2003. Eftir 20 ár við lágum prístalsvøkstri er inflatiónin farin upp um lønarvøksturin, og líkt er til, at partarnir eru langt frá hvørjum øðrum.
Vit fáa umboð fyri arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar í útvarpsstovuna.
Haturstala
Vit eiga at hava lógir móti haturstalu.
Tað er niðurstøðan í ph.d-ritgerð, sum Sigri Gaini vardi á Fróðskaparsetrinum í síðstu viku. Sigri Gaini verður í útvarpsstovuni seinni í sendingini
Breddin í útvarpinum klokkan 10.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV