- Tíðindi, mentan og ítróttur
Slipsið hjá Williami Heinesen aftur á jørðini
Tá danski astronauturin, Andreas Mogensen, fyri hálvum ári síðani fór á Altjóða rúmdarstøðina, ISS, hevði hann nakrar lutir úr kongarríkinum við sær. Ein var eitt ullint slips hjá Willami Heinesen.
Miðlarnir gjørdi nógv burtur úr mánadagin og týsdagin, tá Andreas Mogensen og hinir tríggir rúmdarfararnir fóru av ISS og í lítla farið, Space X Dragon, sum skuldi flúgva teir niður á jørðina.
Sent var beinleiðis frá spennandi ferðini, og millionir um allan heim fylgdu við.
Teirra millum Elisa Heinesen, abbadóttir William. Hon fegnast um, at ullinta slipsið er komið aftur á Jørðina í øllum góðum.
Hetta hevur verið heilt ótrúligt, sigur hon. Áhugin fyri Williami er vaksin, og tað verður nakað heilt serstakt, tá slipsið verður partur av framsýning.
Vónandi í nýggja Williamsavninum, sum ætlanir eru at gera Undir Varða í Havn.
Video av slipsinum í vektloysi sæst her.