Barnasending skal stimbra gott føroyskt mál

Um KVFTíðindi
Barnasending skal stimbra gott føroyskt mál
"Endamálið við sendingini er at læra børn føroyskt mál," sigur Páll Danielsen, nú eitt nýtt umfar av barnasendingini "Vinus og Vimús" fer í appina og í sjónvarpið
Vinus er ein fittur vinur, sum dugir væl at finna uppá og siga frá og eisini at spæla tónleik.
 
28.02.2024 - 09:30

"Góðan morgun, góðan dag, gott kvøld, góða nátt og farvæl!"

Nú eru 10 nýggir partar um Vinus og Vimús klárir at koma í bæði VIT-appina og í sjónvarpið.

"Málbólkurin er børn millum tvey og seks ár, og endamálið er at eggja børnunum at ogna sær gott føroyskt mál", sigur Páll Danielsen, sum leggur sendingarnar til rættis. 

 

 

Vinus dugir at finna uppá 

Sendirøðin snýr seg um Vinus og músina Vimús. Vit eru stødd inni hjá Vinusi. Hann er ein fittur vinur, sum dugir væl at finna uppá og siga frá og eisini at spæla tónleik. 

Á bókahillini sita bamsur í hópatali, bæði stórar og lítlar, og har eru eisini nógvar góðar bøkur. Nógv stuttlig leiku eru at spæla við. 

Vimús býr í músaholuni undir bókahillini, sum er ein sera hugnalig hola hjá eini mús at vera í.

 

Grundarlagið verður lagt

Tað er týdningarmikið at eggja og kveikja málmenningina hjá børnunum so tíðliga, sum til ber. Tí vilja vit við hesi sendingini stimbra málmenningina hjá børnunum.

Við sangi, spæli, tekningum og søgum verða orð og hugtøk viðgjørd, soleiðis at øll børn kunnu læra gott føroyskt mál.

"Tá ið eitt orð, eitt evni ella ein vending verður viðgjørd, so verður tosað um tað, lisið upp úr bókini og sungið um tað í sanginum, og tað er alt fyri at menna málførleikarnar hjá børnum," sigur Páll Danielsen.

Umframt at stimbra gott føroyskt mál, so er vónin, at Vinus og Vimús eisini kunnu birta upp undir skapandi hugflogið hjá børnunum. 

"Vit taka evni upp, sum fáa børnini at hugsa og vónandi geva teimum nýggj hugskot. Spølini og tilfarið, ið verður brúkt, er alt slíkt, sum øll eiga og hava við hondina. So hugskotini kunnu verða veruleiki beinanvegin heima", sigur Páll Danielsen. 

 

Vit raðfesta barnaøkið

Barbara Samuelsen, leiðari á Mentanardeildini í Kringvarpinum, sigur, at gott, føroyskt tilfar til børn hevur høga raðfesting. 

"Tað er ein sannroynd, at børn støðugt hyggja at útlendskum tilfari  eisini tá ið tey eru heilt smá. Tað er sera týdningarmikið, at tey kunnu leita eftir stuttligum, spennandi og ikki minst mennandi tilfari á okkara pallum", sigur hon. 

Vinus og Vimús verður í sjónvarpinum komandi fríggjakvøld. Og partarnir verða eisini tøkir í appini.

Umframt hetta eru søgurnar at finna fyri seg og sangirnir fyri seg. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Týsdag 3. desember
Morgunlestur týsdagur 3. desember 2024
183614
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480

Um kvf css