- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogbóltsfinalistarnir funnir
Nú er greitt, hvørji lið møtast í steypafinalunum í flogbólti hjá bæði kvinnum og monnum.
Allar fýra hálvfinalurnar vóru í Badmintonhøllini í Klaksvík í gjár.
Hjá kvinnunum verða tað Fleyr og SÍ, sum spæla steypafinalu, eftir at tey í hálvfinalunum vunnu á ávikavist Ternuni og TB.
Serliga spennandi var dysturin millum SÍ og TB, tí har máttu fimm sett til, áðrenn SÍ hevði vunnið, men í hinum dystinum vann Fleyr trygt 3-0 á Ternuni.
Hjá monnunum vóru báðar hálvfinalurnar spennandi, tí í báðum dystunum skuldu fimm sett til, áðrenn steypafinalistarnir vóru funnir.
Har verður finalan millum SÍ og Mjølnir, sum vunnu 3-2 á ávikavist Fleyr og ÍF.
Steypafinalurnar verða í høllini á Hálsi í Havn leygardagin 4. mars.