Skattainntøkan hálv millión fyrsta árið - nú er hon 60 milliónir

Skattainntøkan hálv millión fyrsta árið - nú er hon 60 milliónir
Tá Nes kommuna gjørdist sjálvstøðug í 1967, búðu 841 fólk í kommununi. Nú eru tey 1510
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, helt røðu og heiðraði Dagfinn Højgaard, sum er borgari nr. 1500 í Nes kommunu.
Mynd: Nes kommuna  
 
13.02.2023 - 09:05

Nógvir pengar eru settir av til at loysa avbjóðingarnar, sum vit hava havt við drekkivatninum. Arbeitt verður við eini verkætlan, sum eftir ætlan fer at føra til eina góða og varandi loysn. 

Tað segði Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, í røðu sínari leygardagin.

Hátíðarhald var, tí Nes kommunu er vorðin býur.

 

Sjálvstøðug kommuna í 1967

Nes kommuna er frá 1.apríl 1967. Í kommununi eru bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes.

Í 1967 búðu 841 fólk í kommununi, - nú eru tey 1510.

Skattainntøkurnar hjá kommununi vóru 500.000 krónur í 1967. Í ár eru tær næstan 60 milliónir. Tær eru mettar at verða 58,6 mió. kr.

Tað verður ikki so øgiliga stórur munur, nú Nes er býur og ikki longur bygd.

Ein broyting er tó, og hon er, at borgarstjórin kann víga fólk, segði Súni í Hjøllum. 

 

Nes kommuna er vaksin nógv, síðani hon gjørdist sjálvstøðug kommuna í 1967. 

 

Langtíðarskuldin 31,6 mió. kr.

Langtíðarskuldin hjá Nes kommunu við árslok 2022 var 31,6 mió. kr., sum er minni enn helvtin av álíkningini.

Seinastu átta árini eru íløgur gjørdar fyri í miðal 13-14 mió. kr. um árið í Nes kommunu.

Um samstarvið við aðrar kommunur nevndi Súni í Hjøllum eldrasamstarvið Roðan hjá kommununum við Skálafjørðin.

Hann segði, at tað samstarvið hevur verið gott, tó at okkurt kundi verið betri. Hann segði tó ikki, hvat kundi verið betri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097