- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spenningur í steypakappingini
Menninir hjá SÍ fóru avstað við sigrinum, tá teir vitjaðu steypafinalistin, ÍF, í gjár.
Fuglfirðingarnir løgdu bragdliga fyri og vunnu við tíggju stigum í fyrsta setti, men sørvingar javnaðu til 1-1. ÍF vann aftur sannførandi í 3. setti, men SÍ vildi ikki geva skarvin yvir og bardi seg upp á javnleik. So skuldi javnbrótari til, og ÍF hevði ikki minni enn tríggjar dystarbóltar, áðrenn SÍ til endans vann 16-14.
Leygardagin vunnu menninir hjá Fleyr tryggan 3-0 sigur á Ternuni við settúrslitunum 25-15, 25-15, 25-13.
KÍF kløkkaði Fleyr
Verandi steypavinnarin við kvinnum, Fleyr, kom í stórar trupulleikar, tá KÍF vitjaði í Havn. Kollfirðingar vunnu tvey tey fyrstu settini, og vóru á odda seint í tí triðja, men so mistu teir alt á gólvið.
Fleyr javnaði til 2-2, og álopsessið, Iuliiu Kuvshinova, endaði við at avgera javnbrótaran til fyrimuns fyri heimaliðið.
Mjølnir reisti seg
Kvinnurnar hjá Mjølni reistu seg væl og virðiliga eftir tapið fyri Ternuni mikukvøldið. Mjølnir vann 3-0 á Drátti og er aftur í kappingini um hálvfinalupláss.