- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogbóltslandsliðini fingið síni mótstøðulið
Føroysku flogbóltsmenninir skulu royna seg ímóti Lettlandi og Kypros, meðan kvinnurnar fingu Portugal, Montenegro og Georgia.
Tað er greitt eftir lutakastið til Silver League-kappingina hjá CEV.
Føroysku menninir undir leiðslu av Boban Ilic byrja kappingina við heimadysti ímóti Kypros 28. mai og enda á Kypros 17. juni. Ímillum eru heima- og útidystir ímóti Lettlandi.
Landsliðið við kvinnum byrjar á heimavølli ímóti Montenegro 28. mai og endar á útivølli ímóti Montenegro 17. ella 18. juni. Tær fáa úr at gera, tí ímillum hesar báðar dystirnar eru heima- og útidystir ímóti Georgia og Portugal á skránni.
Christian Imhoff er settur sum nýggjur landsliðsvenjari hjá kvinnunum, og Annika á Stongum er nýggjur hjálparvenjari.
Flogbóltssamband Føroya metir, at kvinnurnar áttu at havt møguleika fyri góðum úrsliti ímóti Georgia, meðan menninir hava bestan kjans ímóti Kypros.
Tvey lið koma víðari í hvørjum bólki.