Tað er ein stórur bági, at tað ikki verða gjørdar breiðar fjølmiðlasemjur

Um KVFBloggur
Tað er ein stórur bági, at tað ikki verða gjørdar breiðar fjølmiðlasemjur
Politiskar skundloysnir seta dám á miðlalandslagið í útnorði, heldur miðlagranskarin Signe Ravn-Højgaard
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.09.2022 - 11:49

Innan norðurlendska miðlagransking verður arbeitt við hugtakinum “Tað norðurlendska miðlavælferðarsamfelagið”. Her verður m.a. víst á týdningin, sum miðlarnir hava fyri mentanina og fólkaræðið í Norðurlondunum. Politikarar í stóru Norðurlondunum, Svøríki, Finnlandi, Norra og Danmark, gera breiðar flokspolitiskar semjur um miðlarnar, sum røkka tvørtur um valskeið. Hetta er ein fyritreyt fyri, at vit hava eitt vælvirkandi miðlalandslag, heldur Signe Ravn-Højgaard, sum er miðlagranskari við Lærda Háskúlan í Grønlandi. 

Hendan støðan ger seg ikki galdandi í útnorði. Ongin langtíðar miðlapolitikkur er í Íslandi, Grønlandi og Føroyum, og hetta er ein stórur bági, heldur miðlagranskarin. Til dømis verða karmarnir kring miðlar, fíggingarleistir og miðlaútbúgvingar í alt ov lítlan mun tikin við, tá politikkarar í útnorði kjakast um miðlapolitikk.

Hoyr Signe Ravn-Højgaard greiða frá her:

Signe_Ravn-Hojgaard_Sub_01

Signe Ravn-Højgaard vísir á eitt dømi, har grønlendska KNR herfyri misti starvsfólk, tí lønin var ov lág:

Signe_Ravn-Hojgaard_Sub_02

Øll framløgan hjá Signe Ravn-Højgaard á miðlaráðstevnuni i Norðurlandahúsinum kann síggjast niðanfyri:

20220818_Midlaradstevna_Signe_Ravn_Hojgaard

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109

Um kvf css