Posta fór við miðlastuðlinum

Um KVFBloggur
Posta fór við miðlastuðlinum
Fíggjarliga støðan hjá privatu miðlunum batnaði við miðlastuðlinum, men stuðulin endaði hjá Posta 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.09.2022 - 13:58

Kanska hava privatu miðlarnir ikki dugað nóg væl at umstillað seg til nýggjar tíðir, nýggjar miðlar og harvið nýggjar vanar, ásannar Eirikur Lindenskov. Sosialurin átti fyrsta føroyska internetmiðilin, Internet Sosialin, ið varð stovnaður í 1997. Tá bar til at røkka føroyingum uttanlands, sum blaðið annars hevði mist vegna hækkaðu postgjøldini hjá almenna Posta. Í ár 2000 fór Sosialurin undir at skriva tíðindi á portal.fo og seinni á in.fo, har blaðið eisini fekk inntøkur frá lýsingum. Lýsingamøguleikarnir vóru tá góðir, men av tí at eingin politiskur leistur var funnin at fíggja Kringvarpið, gjørdist Kringvarpið beinleiðis kappingarneyti hjá privatu miðlunum: 

20220818_Midlaradstevna_Eirikur_Lindenskov_brot_2

 

Sambært Eiriki batnaði støðan, tá Mentamálaráðið umskipaði innkrevjing av kringvarpsgjaldinum. Kringvarpið misti lýsingainntøkurnar, sum fóru í landskassan, og samstundis var miðlastuðulsskipanin sett í verk, har privatu miðlarnir fingu miðlastuðul. Um sama mundið setti Posta tó prísin fyri útbering upp, og allur miðlastuðulin, sum privatu miðlarnir fingu, fór til hækkaðu útreiðslurnar í hesum sambandi: 

20220818_Midlaradstevna_Eirikur_Lindenskov_brot_3

 

Miðlastuðulsskipanin má broytast

Lógin um miðlastuðul eigur at verða endurmett og fjølmiðlasemja gjørd, sigur Eirikur Lindenskov. Um ikki, er váðin, at føroysku miðlarnir, sum skriva føroysk tíðindi í Føroyum, kámast burtur, og útlendsku miðlarnir fara at ráða:

20220818_Midlaradstevna_Eirikur_Lindenskov_brot_4

 

Øll framløgan hjá Eiriki Lindenskov er niðanfyri: 

20220818_Midlaradstevna_Eirikur_Lindenskov

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008

Um kvf css