- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bergholsgrót fer í bátahylin í Árnafirði
Bergholsgrót fer í bátahylin í Árnafirði
Arbeiðið er mett at kosta 11,5 mió. kr., og tað verður liðugt um ársskiftið
Mynd: Klaksvíkar kommuna
13.09.2022 - 08:29
Grót úr bergholunum norður um Fjall verður nú brúkt í Árnafirði.
Arbeiðið at gera bátahylin í Árnafirði er byrjað.
Partur av verandi grótgarði er tikin niður, og gongd er sett á arbeiðið at leingja og víðka verandi grótgarð.
Articon, sum ger bergholini norður um Fjall, ger bátahylin fyri Klaksvíkar kommunu.
Arbeiðið er mett at kosta 11,5 mió. kr. Tað skal vera liðugt um ársskiftið.
At útbyggja bátahylin í Árnafirði er eitt gamalt mál.
Útbyggingin byrjaði í 70unum, men bleiv ikki gjørd liðug tá.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. desember
LEITISSTEIN 17.12.2024 (Alternativur jólatónleikur 2024 v/Eileri Sørensen)
185259
Nýggjastu sendingar í SV