- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggi verksmiðjutrolarin fer at eita Emerald
Nýggi verksmiðjutrolarin hjá P/F Havborg, sum er systurfelag hjá P/F Ennibergi, fer at eita Emerald.
Nýbygningurin fór av bakkastokki á Tersan Shipyard í Turkalandi í dag og kemur til Føroya seinni í ár.
Emerald er enska heitið á gimsteininum, sum vit nevna smaragd, og nú fer nýggi verksmiðjutrolarin hjá P/F Havborg eisini at bera hetta navnið, sum í sínum týdningi m.a. verður sett í samband við endurføðing, eydnu og frið, sigur reiðaríið.
Nýbygningurin er ikki doyptur enn.
Hava bæði skipini
Ætlanin er at halda fram við fiskiskapi bæði við Ennibergi og nýggja trolaranum, sum í fyrstu atløgu fer til rækjufiskiskap.
Frystilastin á Emerald er 2.250 rúmmetrar, og hon tekur umleið 1.000 tons av frystum fiski.
Skipið er 87,5 metrar til longdar og 18 metrar breitt. Pláss er fyri 40 monnum umborð, men tað veldst um, hvat slag av fiskiskapi, talan verður um. Manningin verður 18 á rækjuveiði og 34 til toskafiskiskap.
Emerald tekur umleið 1.000 tons av frystum fiski.
Trý trol í senn
Emerald er tøkniliga útgjørdur til at kunna toga við trimum trolum í senn. Verksmiðjan hevur framkomna útgerð, sum bæði kann viðgera rækjur, fisk og mjøl.
Stórur dentur er eisini lagdur á skynsama orkunýtslu fyri at minka sum mest um útlátið.
Skipsteknisk AS í Noregi hevur teknað og projekterað verksmiðjutrolaran í samstarvi við reiðaríið. Dentur er lagdur á munadygga og trygga arbeiðsgongd í øllum liðum umborð.
Emerald kostar umleið 400 milliónir krónur at byggja.