Útfylling í Árnafirði góðkend

Útfylling í Árnafirði góðkend
Grót frá bergholunum norður um Fjall skal búrkast til at útbyggja bátahylin í Árnafirði
Árnafjørður
Mynd: Savnsmynd  
 
19.04.2022 - 11:30

Umhvørvisstovan hevur givið góðkenning til útfylling á sjógv í Árnafirði

Umhvørvisgóðkenningin fevnir um ætlanina hjá Klaksvíkar kommunu at útbyggja bátahylin í Árnafirði.

Fylt verður afturat uttara garði á bátahylinum út á 14 metra dýpi, umframt at garðurin verður longdur einar 80 metrar vestureftir.

Tvørgarðurin við innsiglingina gongur úr fylluni fyri vegnum í fjøruni, og út á sjey metra dýpi, har hann umskarast við fylluna frá tí uttara garðinum.

 

30.000 rúmmetrar av gróti

Nýttir verða umleið 30.000 rúmmetrar av tunnilsgróti frá nýggju tunlunum norður um Fjall.

Grótið verður koyrt út við lastbili og flótisperra verður løgd beint út frá landi. 

Ein búlendislýsing av økinum var gjørd av Biofar. Niðurstøðan var at av búlendum og staðfestum sløgum vórðu eingin mett at vera sjáldsom í Føroyum.

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum. 

Kærufreistin er 17. mai 2022.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. apríl
Vikuskiftið 4 apríl 2025
190276
Fríggjadag 4. apríl
Breddin: Suðuroyartunnilin
190254
Fríggjadag 4. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 4.apríl 2025
189979
Hósdag 3. apríl
RagnarRokk 3.apríl 2025
189927
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. apríl
Veðrið
190275
Fríggjadag 4. apríl
KAKUMiKS (2:7)
190170
Fríggjadag 4. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190243
Hósdag 3. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190208
Hósdag 3. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190180