Hava prístryggjað oljuna - SEV sparir 100 mió. kr.

bannari
Hava prístryggjað oljuna - SEV sparir 100 mió. kr.
Meðan tað er vorðið munandi dýrari at fylla tangan á bilinum og oljutangan heima við hús, verður streymprísurin óbroyttur
SEV hevur tryggjað prísin á olju í ár, og tí slepst undan at hækka streymprísin.
 
10.03.2022 - 10:30

Tað er vorðið millum 45 og 63 prosent dýrari at fylla brennievni á bilin seinasta árið.

Og at fylla oljutangan heima við hús við gassolju er vorðið 65 prosent dýrari. 

Tað vísir yvirlitið yvir oljuprísir hjá Magn.

 

Óbroytt streymrokning

Men rokningin frá SEV hækkar ikki í ár.

Hóast umleið 62 prosent av orkuframleiðsluni hjá SEV stavaðu frá olju í fjør, hevur el-felagið prístryggjað oljuna alt árið í ár.

Tað hevur við sær, at SEV í løtuni sparir 100 milliónir kr., upplýsir Hákun Djurhuus, stjóri:

 

1514170

 

Hákun Djurhuus er stjóri í SEV.

 

 

 


 

Tað segði Hákun Djurhuus, stjóri í Sev, í Breddanum fyrrapartin. Breddin frá í morgun liggur á heimasíðu okkara kvf.fo, og har kanst tú hoyra munandi meira um hækkaðu oljuprísirnar, og hvat tað merkir fyri brúkaran. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109