- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rókur í Jákupsstovu í ovastu svimjileiðsluna
Rókur í Jákupsstovu í ovastu svimjileiðsluna
Eftir misálit á gomlu nevndina, varð millum annað Rókur í Jákupsstovu valdur í nevndina í evropeiska svimjisambandinum
06.02.2022 - 10:49
Føroyar eru nú umboðaðar í ovastu leiðsluni í evropeiska svimjisambandinum, LEN.
Tað er greitt eftir eykaaðalfund í LEN í Frankfurt í gjár, har fyrsta punkt á skránni var eitt misálit á gomlu nevndina.
Í síni setanarrøðu boðaði forsetin í evropeiska svimjisambandinum frá, at hann tók seg aftur. Hann verður í løtuni kannaður eftir skuldsetingar um fíggjarligt óreglusemi.
Síðani skuldi nýggj nevnd veljast, og tá varð Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya, valdur í nevndina, sum er evsta vald í evropeiskari svimjing.
Nýggjur forseti í LEN er Antonio Silva úr Portugal.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV