Sløk 41.000 ferðafólk um flogvøllin í juli

Sløk 41.000 ferðafólk um flogvøllin í juli
Samanborið við juli í fjør er vøksturin 27 prosent, men 36 prosent færri enn í 2019
40.858 ferðafólk komu og fóru um flogvøllin í juli.
Mynd: Savnsmynd  
 
17.08.2021 - 08:35

Flogførini komu og fóru 459 ferðir í juli.

Fráferðirnir og komurnar á flogvøllinum í Vágum vóru 13,6 prosent fleiri í juli í ár enn í juli fjør. Men nógv færri enn í juli 2019, tá tær vóru 692.

Enn er talið ikki komið upp á tað sama sum í fjør.

Til 1.august vóru fráferðirnar og komurnar 5,8 prosent færri enn í fjør.

27 prosent fleiri

Í juli vóru ferðafólkini á flogvøllinum í Vágum 40.858, 27 prosent fleiri enn í juli í fjør. 

Men sløk 36 prosent færri enn í juli 2019. 

Og til 1.august í ár eru ferðafólkini knappliga 5.000, 4,4 prosent, færri enn í fjør.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155