Tveir føroyskir svimjarar til evropeisku juniormeistarastevnuna

Tveir føroyskir svimjarar til evropeisku juniormeistarastevnuna
Elisabeth Erlendsdóttir og Bartal Erlingsson Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag taka næstu dagarnar lut á evropeisku juniormeistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil
Elisabeth Erlendsdóttir og Bartal Erlingsson Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag taka næstu dagarnar lut á evropeisku juniormeistarastevnuni
Mynd: Svimjisamband Føroya  
 
05.07.2021 - 09:49

Elisabeth Erlendsdóttir og Bartal Erlingsson Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag taka næstu dagarnar lut á evropeisku juniormeistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil í italska høvuðsstaðnum, Róm, skrivar heimasíðan hjá Svimjisambandi Føroya, ssf.fo.

Bartal Erlingsson Eidesgaard svimur 100m frí, 50m bringa, 200m frí og 50m frí, meðan Elisabeth Erlendsdóttir skal svimja 100m rygg, 50m rygg og 200m rygg.

Góðir 550 svimjarar úr 48 londum eru við í kappingini, sum verður í sonevnda Foro Italico, sum telist millum vakrastu svimjihylarnar í heiminum. Føroysku svimjararnir settu kós móti Italia í gjár saman við venjaranum, Panagiotis Christou.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008