Signhild Joensen langt frá síni bestu tíð

Signhild Joensen langt frá síni bestu tíð
Signhild Joensen, sum í hesum døgum svimur til EM í Budapest, var ikki nøgd við avrikið í 100 metur rygg í dag, har hon endaði nummar 44 av 48
 
20.05.2021 - 15:24

Tað gekk ikki eftir ætlan hjá Signhild Joensen í dag. Svimjarin, sum hesa vikuna luttekur í evropameistarakappingini í Budapest, endaði nummar 44 av 48 í 100 metur ryggsvimjing við eini tíðini 1:04.72. Ein tíð, sum hon ikki var nøgd við.

 Eg svimji í roynd og veru nokkso langt frá míni bestu tíð, og tað hevði eg nokk ikki væntað, sigur Signhild Joeosen í samrøðu við Hörð J. Oddfríðarson úr Sundsamband Íslands, sum kann síggjast á svimjing.com.

 Eg havi havt nakrar góðar kappingar fyrr í ár, og tað er hart, at eg skal svimja meg til eina slíka tíð í dag til júst eina slíka kapping, sigur ryggsvimjarin, sum annars hevði sum mál at nærkast ella taka onkra av sínum bestu tíðum.

Signhild Joensen eigur sjálv føroyska metið uppá 1:03.01. Leygardagin skal Signhild Joensen svimja 200 metra teinin, og tað er samstundis síðsta kappingin hjá henni í EM-kappingini.

 Nú havi eg frí í morgin, so eg fari at venja, og vónandi verður tað betur leygardagin, sigur Signhild Joensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008