- Tíðindi, mentan og ítróttur
SÍ favorittur hjá kvinnum - púra opið hjá monnum
Ilt er at taka dagar millum Mjølnir og ÍF undan finaluni í steypakappingini í flogbólti.
Klaksvíkingarnir hava vunnið finaluna tvær ferðir á rað og liggja eisini fremst í landskappingini.
Men ÍF, sum er aftur millum tey bestu, hevur bara tvey stig minni enn Mjølnir, og væntandi verður talan um eina javna og spennandi finalu.
SÍ stórfavorittur hjá kvinnum
SÍ er langt fremst í landskappingini við kvinnum, og eru favorittur, tá tær møta Drátti í eini reinari vágafinalu.
Sørvingar høvdu ikki stórvegis trupulleikar í 3-0 sigri móti Mjølni í hálvfinaluni, meðan Dráttur vann 3-1 í einum heldur javnari dysti móti Fleyr.
SÍ og Dráttur hava spælt tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum í ár, og teir báðar dystirnar hevur SÍ vunnið við samanlagt seks settum móti ongum.
Finalan við kvinnum byrjar klokkan 13:30, og mansfinalan byrjar klokkan 16:00. Kringvarpið sendir tær beinleiðis í sjónvarpinum, og byrjað verður at senda klokkan 13:15.