Verkfalsgrunnurin kann brúkast til annað

Verkfalsgrunnurin kann brúkast til annað
Tofta arbeiðarafelag hevði aðalfund í gjárkvøldið
200 limir eru í Tofta arbeiðarafelag.
 
21.02.2020 - 13:42

Samtykt varð á aðalfundinum hjá Tofta arbeiðarafelag í gjárkvøldið, at grunnurin hjá felagnum verður ikki markaður til at brúka í sambandi við verkfall burturav.

Harry Benjaminsen, formaður í Tofta arbeiðarafelag, sigur, at nú verður arbeitt víðari við málinum.

Grunnurin verður varðveittur, men pengarnir í honum skulu kunna brúkast til ymiskt felagsarbeiði.

20 ára gamal

Verkfalsgrunnurin kom fyri okkurt um 20 árum síðani. Tá setti felagið stovnsfæ í hann, og ein partur av limagjaldinum hjá limunum fer í hann.

Harry Benjaminsen vil ikki siga, hvussu nógv er í grunninum.

Nevndin heldur, at nú er ikki brúk fyri honum longur, og kom tí við uppskoti á aðalfundinum í gjárkvøldið um at strika avmarkingina um, at grunnurin bara stuðlar, tá arbeiðssteðgur er.

200 limir eru í Tofta arbeiðarafelag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881