- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggir svimjarar til heimsmeistarakapping
Tríggir svimjarar til heimsmeistarakapping
Føroyar verða umboðaðar við trimum svimjarum, tá heimsmeistarakapping verður í Suðurkorea í juli
07.05.2019 - 08:58
Heimsmeistarakapping í svimjing verður í Gwangju í Suðurkorea frá 21. juli til 28.juli.
Starvsnevndin í Svimjisambandinum hevur gjørt av, at tríggir svimjarar skulu umboða Føroyar.
Tey eru Signhild Joensen úr Ægir, Óli Mortensen úr Havnar svimjifelag og Alvi Hjelm úr Havnar svimjifelag.
Signhild Joensen og Óli Mortensen hava klárað kravtíðirnar til kappingina.
Alvi Hjelm er úttikin, tí hann hevur fingið góð úrslit í hesi svimjihálvuni, skrivar svimjing.com.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV