- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tjóðleikhúsið á breddan í fíggjarnevndini í dag
Fyrrapartin í dag fer fíggjarnevndin at umrøða nýggja Tjóðleikhúsið, sum eftir ætlan at skal byggjast á Skálatrøð í Havn.
Við á fundinum koma eisini umboð fyri fyritøkuna Valdemar Lützen, sum heldur til á Skálatrøð og sum hevur tikið stig til mótmælisskriv móti staðsetingini av nýggja Tjóðleikhúsinum.
Í skrivinum verður millum annað grundgivið, at eitt Tjóðleikhús fer at oyðileggja seinasta opna blettin framvið fjøruni í Havn. Tað fer at taka parkeringsplássini frá miðbýnum, og tað fer at oyðileggja handilslívið í miðbýnum, sum tikið verður til.
Vil hava fígging uttanífrá
Ein bygginevnd hevur mett, at Tjóðleikhúsið fer at kostað íalt 180 milliónir krónur. Higartil hevur landið játtað góðar 66 milliónir, tað vil siga ein triðing, á íløgujáttini.
Sostatt er tørvur á góðum 113 milliónum. Uppskotið, sum er til viðgerðar í fíggjarnevndini, snýr seg um at biðja løgtingið um heimild at leita eftir uttanhýsis fígging.
Umboðini fyri Valdemar Lützen møta klokkan 10:15 fyrrapartin. 25 minuttir seinni eru umboð fyri Tjóðpall Føroya biðin um at møta á fund at tosa við fíggjarnevndina í 25 minuttir.