- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sporðdrekin í FM finaluni
Sporðdrekin vann í gjár hálvfinaluna ímóti Hamari í landskappingini í kurvabólt, 59-44.
Hóast Sporðdrekin endaði við at vinna við fimtan stigum, so var tað Hamar, sum var á odda í hálvleikinum, 22-27.
Tá triðji fjórðingur var komin í helvt tók Sporðdrekin tó veruliga yvir og byrjaði at leggja stórt trýst á Hamar í álopsspælinum.
Trýstið hevði við sær, at Hamar fekk nógvar feilir dømdar ímóti sær.
Hetta fekk eisini avleiðingar fyri ein av allarbestu spælaranum hjá Hamari, Sjúrður Sivertsen, sum gjørdi sín fimta feil í dystinum og bleiv tí útvístur.
Eftir hetta gekk illa hjá Hamari at fáa stig, samstundis sum Sporðdrekin fekk gongd á sítt spæl.
Hamar kom ongantíð fyri seg eftir hetta, og Sporðdrekin økti um leiðsluna tað sum eftir var av dystinum og vann at enda tryggan sigur.
Sporðdrekin er tí í FM-finaluni fjórða árið á rað.
Sporðdrekin-Hamar 59-42
1.fjórðingur | 16-12 |
2.fjórðingur | 22-27 |
3.fjórðingur | 41-32 |
4.fjórðingur | 59-42 |
Toppskjúttar
Ólavur W. Joensen | Hamar | 19 stig |
Magnus Jakobsen | Sporðdrekin | 18 stig |
Hvørjum Sporðdrekin skal spæla ímóti verður avgjørt leygardagin, tá Hávur og Ravnur spæla hina hálvfinaluna.
Finalan í Trygd-kappingini verður 23. mars í høllini á Argjahamri.