Minni laksur minni úrslit

Minni laksur minni úrslit
Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrosti var 300 milliónir krónur minni í fjør enn í 2017
Bakkafrost á Glyvrum
 
19.02.2019 - 07:01

Úrslitið í fjør var ein milliard og 75 milliónir krónur. Úrslitið í 2017 var ein milliard og 378 milliónir krónur.

Orsøkin er fyrst og fremst tann, at minni laksur varð tikin í fjør. Tøkan í fjør var 44.600 tons í kruvdari vekt. Hon var 10.000 tons størri í 2017.

Á ársaðalfundinum, sum verður 5.apríl, fer nevndin í Bakkafrosti at skjóta upp, at 8,25 krónur verða goldnar í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið. Hetta gevur 403 milliónir krónur í vinningsbýti.

Skuldin størri

Nettoskuldin hjá Bakkafrosti var 495 milliónir krónur við ársenda 2018. Nettoskuldin var 258 milliónir krónur við ársenda 2017.

Bakkafrost hevði 998 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við ársenda 2018, og solvensurin hjá felagnum var 70 prosent.

Sambært metingum hjá Kontali Analyse øktist altjóða útboðið av laksi seks prosent í 2018 samanborið við 2017.

Meiri laksur

Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi í fyrsta ársfjórðingi í ár verður mettur at vera fimm prosent samanborin við fyrsta ársfjórðing í fjør.

Vøksturin í altjóða tøkuni í 2019 er mettur at verða fýra til seks prosent samanborin við 2018.

Bakkafrost ætlar at taka 54.000 tons í kruvdari vekt í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254