- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingin heldur fram í morgin
Semingin heldur fram í morgin
Semingsstovnurin arbeiðir víðari við Ljósmøðrafelagnum og Skipara- og Navigatørfelagnum í morgin, sigur Terje Sigurðsson
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/0df1e10104819011bd25e72cc64dba2e.png?itok=hZ8I53vt)
Komið er ikki á mál enn við semingsroyndunum
01.11.2018 - 18:03
Seinnapartin í morgin skal semingsstovnurin aftur á fund við Ljósmøðrafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðum.
Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Semingsstovnurin fór á fund við partarnar klokkan 10 fyrrapartin, men nú eru ljósmøðurnar og lønardeildin farin at hyggja nærri at onkrum smálutum, og avtalað er, at semingsstovnurin hittir partarnar aftur seinnapartin í morgin.
Fyrrapartin í morgin fer Semingsstovnurin undir semingsroynd millum Skipara- og Navigatørfelagið og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.
Tann fundurin byrjar klokkan 10, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV