Broyta skilnaðarreglur fyri smábarnaforeldur

Broyta skilnaðarreglur fyri smábarnaforeldur
Í framtíðini sleppa donsk hjún, sum hava børn, ikki at skiljast beinanvegin, men skulu hava eina sundurlesingartíð upp á tríggjar mánaðir
 
27.03.2018 - 10:16

Danir fara at broyta reglurnar um hjúnaskilnað.

Í framtíðini sleppa hjún, sum hava børn, ikki at skiljast beinanvegin, men skulu hava eina sundurlesingartíð upp á tríggjar mánaðir.

Hetta er partur av semju, sum allir flokkar í fólkatinginum hava gjørt nú fyrrapartin, skrivar DR.

Seinastu fimm árini hava reglurnar í Danmark verið soleiðis, at pør hava kunna skipað hjúnaskilnaðin á alnótini. Við at brúka Nem-Id og gjalda 420 krónur, hava tey kunna latið seg skilja beinanvegin - uttan sundurlesingartíð.

Frammanundan hesari skipanini skuldu hjkún hava eina sundurlesingartíð upp á eitt hálvt ár fyri at kunna skiljast. 

Nú skulu reglurnar broytast aftur, soleiðis at hjún við børnum skulu hugsa seg eitt sindur um, áðrenn tey trýsta á skilnaðarknøttin á telduni. Nú verður kravt, at tey fáa eina sundurlesingartíð í tríggjar mánaðir.

Barna- og sosialmálaráðharrin, Mai Mercado, fegnast um avtaluna. Hon heldur, at atlitið til børnini er tað týdningarmesta í hesum málinum.

Í hesum tíðarskeiðnum fáa bæði foreldur og børn bjóðað ráðgeving. hetta fyri at tryggja, at foreldrini eru vís í teirra vali og hvørjar avleiðingar hetta fer at hava fyri barnið.

Er talan um harðskap ella ótrúskap, er er sundurlesingartíð ikki kravd, stendur í avtaluni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta Í Norðskála kirkju
188169
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151