Dagurin yvirhálar náttina

Dagurin yvirhálar náttina
Hóast várjavndøgur er týsdagin, er dagurin í dag longri enn náttin
 
18.03.2018 - 13:00

Dagurin í dag er longri enn náttin, hóast várjavndøgur ikki er fyrr enn týsdagin.

Um hugt verður í álmanakkan sæst, at várjavndøgur er týsdagin 20. mars. Tað merkir, at dagur og nátt eru líka long, og at dagurin síðani er longri enn náttin.

Harafturat merkir várjavndøgur, at vit út frá einum stjørnufrøðiligum sjónarhorni fara inn í summarhálvárið á norðaru hálvkúluni.

Men hyggur tú betur eftir, sæst, at dagurin í dag, sunnudagur, er longri enn náttin. Orsøkin er finna í lofthválvinum. Í stuttum kann sigast, at tað ber til at síggja sólina nakrar fáar minuttir, áðrenn hon rísur, og somuleiðis ber til at síggja seinastu sólstrálurnar í nakrar minuttir, eftir at sólin setur.

Várjavndøgur er týsdagin klokkan 16.15, tá sólin stendur í zenit - loddrætt yvir Ekvator.

Komandi sunnudag, tað vil siga tann 25. mars, byrjar summartíð, og tá skal klokkan flytast ein tíma fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. januar
Plátupanelið #025 (1990)
185873
Leygardag 4. januar
Jambalaja - 040125
185865
Leygardag 4. januar
Morgunlestur leygardagur 4. januar 2025
185357
Leygardag 4. januar
Upp á tá - 030125
185863
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722