Eldur í Vesturlandi

Eldur í Vesturlandi
Við middagsleiti í dag kom eldur í granaskipið Vesturland, sum fiskaði á Suðuroyarbanka. Eingin mannskaði er hendur, sambært Vørn
Tyrlan heysaði manningina av Vesturlandi og flutti hana til Havnar.
 
07.01.2017 - 14:55

Við middagsleitið fekk Vørn boð frá manningini á Vesturlandi, at eldur var har frammi í skipinum, og manningin slapp ikki framat at sløkkja eldin.

Øll manningin, sum taldi 10 mans, savnaðist uppi á brúnni.

Vesturland var staddur á Føroya Banka, tá ið boðini komu.

Einki skip var nærhendis, og tað vóru vánalig líkindi hjá tyrluni at fara úr Vágum.

Tyrlan hevði umleið 40 minuttir at flúgva til Vesturlandi.

Tyrlan fekk heysað alla manningina av Vesturlandi. Tann seinasti, sum var skiparin, varð tikin av Vesturlandi klokkan 1410.

Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 1440 við manningini.

Manningin er væl fyri, men onkrir hava fingið royk í seg, og skulu á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Tað er ógreitt, hví eldur kom í skipið, men eingin mannskaði var, verður sagt av Vørn. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV