Fleiri enn 1.000 fólk handtikin

bannari
Fleiri enn 1.000 fólk handtikin
Talið á handtiknum til EM í Fraklandi er nú komið upp um 1.000 fólk. 34 fólk eru útvíst úr landinum síðstu tríggjar vikurnar
Fleiri enn 1.000 fólk eru handtikin síðani EM-endaspælið í Fraklandi byrjaði fyri trimum vikum síðani. Millum annað í Marseille 11. juni, tá bretskir áskoðarar gjørdu um seg
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
04.07.2016 - 09:13

Ófriður og rok hava sett sín dám á EM í Fraklandi, sum varð sparkað í gongd fríggjadagin 10. juni, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.

Løgreglan í Fraklandi hevur nú handtikið fleiri enn 1000 fólk í samband við EM-endaspælið, váttar franski innanríkisráðharrin í landinum sambært tíðindastovuni.

- Síðani kappingin byrjaði hevur løgreglan handtikið fleiri enn 1000 fólk, 600 eru varðhaldsfongslað og 56 fólk eru dømd, sigur Bernard Cazeneuve við blaðið La Provence.

34 fólk eru eisini útvíst úr Fraklandi síðani EM-endaspælið byrjaði, tey flestu í samband við ófriðin í Marseille, tá kappingin byrjaði. Í minsta lagi 23 russar eru blivnir útvístir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109