- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar nær við at vinna á Danmark
Føroyska kvinnulandsliðið, sum í hesum døgum er á venjingarlegu í Danmark, í sambandi við HM/EM kappingina, var nær við at vinna venjingardystin ímóti danska landsliðnum.
Neyðugt var við fimm settum, áðrenn ein vinnari varð funnin.
Tá liðini skiftu síðu í fimta settinum vóru Føroyar á odda 8 – 5, men tær føroysku kláraðu ikki at standa ímóti stóra servitrýstinum í seinasta partinum av settinum. Tí vann Danmark fimta setti 15-12 og samanlagt 3-2.
Stoltur landsliðsvenjari
Føroyski venjarin Jóhan Petur á Stongum hevur næstan bert rósandi orð til leikararnar. Hann sigur m.a. “at sæð í ljósinum av, at hetta var fyrsti dystur, sum liðið spælir saman, so er úrslitið í dag eitt super úrslit – tað besta nakrantíð hjá einum føroyskum flogbóltslandsliðið".
Anja vísti stórspæl
Anja S. Danielsen, spældi sín lívs dyst - hon vann átjan bóltar í smashi. Tað er sera sannførandi, sigur landsliðsvenjarin.
Spælararnir sum spældu dystin:
Amager VK:
Sofía Purkhús
Elisabeth Purkhús
Eina Kalsø
Birgit Guttesen
Randers NOVO/Ikast:
Urd T. Traðará
Eyð G. Magnussen
Fleyr:
Anja S. Danielsen
Súsanna Ludvig
Anna Sára L. Skaalum
Dráttur:
Ruth Albinsdóttir
KÍF:
Guðrun Joensen
Sóley M. Poulsen
Hanna A. Olsen
TB:
Femja F. Mortensen
Danmark – Føroyar: 3-2 (25-23, 21-25, 25-22, 24-26 og 15-12)
Liðið kemur aftur til Føroya í dag, og Jóhan Petur á Stongum sigur, at fram til kappingina sum verður í Tórshavn 23. – 25. mai, verður serliga arbeitt við at betra um móttøkurnar.
Liðini sum føroyska landsliðið skal spæla ímóti eru Kýpros, Liktinstein og Írland. Kappingin er ein kombinerað EM/HM kapping. Nr. 1 í bólkinum kemur beinleiðis víðari í HM kappingini, meðan nr. 1 og 2 koma víðari í EM kappingini.