- Tíðindi, mentan og ítróttur
FM í flogbólti beinleiðis í útvarpinum
FM í flogbólti beinleiðis í útvarpinum
TB og ÍF kunnu gerast føroyameistarar í flogbólti í kvøld. Seinnu FM-finalurnar verða sendar beinleiðis í útvarpinum
01.04.2015 - 12:55
Í kvøld kann alt blíva avgjørt í flogbóltinum.
Hjá monnunum spæla ÍF og Fleyr. ÍF vann fyrru finaluna 3-1, og vinna teir aftur í kvøld, so eru fuglfirðingar føroyameistarar.
Hjá kvinnunum liggur tað til TB. TB vann 3-2 á Drátti í fyrru finaluni, og tær kunnu tryggja sær FM við einum sigri í kvøld.
Báðir dystirnir verða sendir beinleiðis í útvarpinum. Byrjað verður aftaná tíðindini klokkan 18.00
ÍF - Fleyr 18.00
TB - Dráttur 20.30
Leivur Frederiksen sigur frá báðum dystunum. Viðmerkjari til mannsfinaluna er Kristian Mikkelsen, og Marjun Kalsø er viðmerkjari í kvinnufinaluni
Nýggjastu sendingar í ÚV