- Tíðindi, mentan og ítróttur
SÍ koyrt úr kappingini
Fyri einum mánaði síðan bleiv SÍ steypavinnari í mannsflogbólti, nú er felagið blakað úr FM-kappingini.
SÍ skuldi annars spæla fyrru FM-hálvfinaluna móti Fleyr í kvøld, men tann dysturin varð av ongum.
Flogbóltssambandið hevur sent SÍ skriv, har tað verður staðfest, at liðið ikki longur er við í FM-kappingini, tí teir hava ikki møtt til tveir dystir.
Talan er um tveir dystir móti Mjølnir í Klaksvík.
Rúsdrekka hevur órógvað
Nógv órógv hevur verið rundan um flogbóltsfelagið í Sørvági seinastu dagarnar.
Nevndin hevur staðfest, at leikarar hava drukkið áðrenn dystir, og tað hevur fingið avleiðingar fyri fleiri.
Venjarin, Kristian Mikkelsen vildi heldur ikki vera við meira, hann hevur sagt upp.
Hjá teimum yngru leikarunum hevur eisini verið órógv. Nevndin í SÍ hevur tikið mannsunglingaliðið úr finaluni. Her hava eisini rúsdrekka-trupulleikar verið.
Skrivi til SÍ frá Flogbóltssambandinum kann lesast her