- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tjóðpallur Føroya verður á Skálatrøð
Lógin um Tjóðpallin varð samtykt í 2003, og í 2005 kom Tjóðpallurin í staðin fyri Leikpall Føroya. Tjóðpallurin hevur verið í Meiaríinum, síðani hann byrjaði. Tað skuldi tá, í 2005, vera ein fyribils loysn.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, kunngjørdi í gjár, at kommunan hevur avgjørt at skipa Skálatrøð sum mentanardepil við denti á bygging, sum hevur serstakan mentanarligan týdning fyri føroysku tjóðina og høvuðsstaðin.
Tjóðpallurin verður 3.000 fermetrar við plássi til 200 áskoðarar í stóra salinum. Eitt 22 metra høgt palltorn verður eisini bygt. Eitt annað mentanarhús verður bygt her eysturi á Skálatrøð, tað verður 2.000 til 2.500 fermetrar.
Hóast alla hesa bygging á Skálatrøð vera líka nóg bilpláss sum nú, 200. Men tey vera undir taki fram við berginum.